Prestur flutti gudstænastuna útum

Í góðveðrinum sunnudagin var gudstænastan í Havnar kirkju flutt oman á Trappuna í Vágsbotni.Gudstænastan byrjað sum vanligt í kirkjuni við klokkuringing, præludium og inngangsbønini. Síðani gekk prestur á odda man á Trappuna, har gudstænastan helt á.

 

 

Hetta skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni. 

 

 

- Hetta eydnaðist sera væl, og kirkjufólkið nýtti løtuna. Heiður himin og friðsælt. Bilar koyrdu spakuliga oman og niðan í Mylnugøtu og í Vágsbotni, og onkur maratonrennari, sum hitaði upp, steðgaði á eina løtu á Trappuni, og rann so stillisliga framvið. Hetta var jú eisini dagurin Tórshavn-Maraton varð hildin í fagrasta veðri.Onkur valdi at verða sitandi í kirkjuni – tí væl hoyrdist av trappuni í hátalarunum í kirkjuni, skrivar kirkjan, sum eisini eigur hesa myndina.