Málið við verkætlanini, sum verður stuðlað av NPP (Northern Peripheri Programme), er, at hon skal vera eitt net millum strandamentanir í útnorði og soleiðis skapa ferðavinnuligar sambindingar og samstarv.
Føroyski parturin av verkætlanini, sum gongur undir heitinum Norðurslóð, er sett saman av flestu bygdasøvnum í Eysturoy umframt ferðavinnuni í oynni, sum samstundis hevur ábyrgdina av, at verkætlanin verður framd.
Á vitjanini í Føroyum fingu norðurlendsku gestirnir kunning um ymisk evni, eitt nú skjúts, grindadráp og ymiskt frá landnámstíðini. Somuleiðis vórðu gestirnir kunnaðir um broytingarnar í Føroyum - frá bóndasamfelagnum til eitt útróðrar-og fiskimannasamfelag.
Vitjan á Nesi
Á ferð síni í Føroyum vitjaðu norðurlendsku gestirnir eisini í gomlu kirkjuni og í prestagarðinum á Nesi, har Jógvan I. Olsen, sum er formaður í nevndini fyri bygdasavninum, greiddi frá um skjúts, sum var ein skylda í gomlum døgum.
Ætlanin var, at prestur skuldi skjútsast í bátinum, Dvørgamoy, úr Oyrunum á Toftum og út á Neshamar, men tað viðraði so illa hendan dagin, at kunningin um skjúts í staðin byrjaði niðri á hamrinum og helt síðan fram í gamla prestagarðinum, sum er karmurin um bygdasavnið í dag.
Tá ið norðurlendsku gestirnir í bussi komu út á Nes, var presturin, Emil Olsen, longu staddur niðri á Neshamri ? við stavi og í prestakjóla, og síðan gekk leiðin við fylgi niðan í Nes kirkju, har prestur hevði eina stutta gudstænastu, eins og sangir vórðu sungnir.
Eftir gudstænastuna, var farið út í prestagarðin, har Jógvan I. Olsen hevði eina gjølliga frágreiðing um skjúts. Aðrir, sum tosaðu í prestagarðinum, vóru eitt nú Regin Debes, sum hevur stóran áhuga fyri gomlu ment-anini og Kjartan Dalsgaard, sum er formaður fyri ferðavinnuni í Eysturoy.
Í prestagarðinum fingu gest-irnir gott kaffi, te og køkur.
Fingu vaðkall
Sum eina prýðiliga gávu til gestirnar, hevði Mejnhardt Hansen á Nesi gjørt 27 vaðkallar til allar gestirnar, sum vóru sera fegnir um hesa gávu.
Í prestagarðinum høvdu luttakararnir eisini høvi at hyggja seg um og síggja gamlar lutir og gamlar myndir, sum eru partur av bygdasavninum á Nesi.