Ein prestur í svensku hvítusunnusamkomuni hevur fingið tvey ára fongsul fyri at hava neyðtikið eina kvinnu, sum var í einum bønarhópi, sum presturin hevði í einari hvítusunnukirkju í Stockholm. Tað skrivar blaðið Dagens Nyheter.
Í rættinum greiddi presturin frá, at í roynd og veru var tað kvinnan, sum hevði neytikið hann. Hann legði afturat, at tá tað eydnaðist honum at sleppa frá kvinnuni, fór hann til viks at biðja. Kvinnan hevði eina heilt aðra frágreiðing. Hon greiddi frá, at presturin var komin heim at vitja seg, og at hann hevði drigið hana inn í kamarið og neyðtikið hana har.
Dagens Nyheter skrivar, at presturin er giftur og eigur fleiri børn. Umframt tvey ára fongsul varð hann dømdur at rinda kvinnuni 100.000 svenskar krónur.