Prestur: Bert Gud kann meta um trúgv

- Bert Gud kann meta um trúnna hjá einum menniskja – og Gud havi lov fyri tað, segði Meinhard Bjartalíð í útvarpsprædikuni í dag

Útvarpsprædikan hjá Bergi Debes Joensen fyri viku síðani skapti stórt kjak, sum í grundini hevur vart dagarnar síðani. Bergur Debes Joensen tosaði ítøkiliga um synd og hóttanir ímóti hjúnalagnum, og nógvar atfinningar og mótmæli vóru ímóti boðskapinum. Tað vóru eisini mong, sum stuðlaðu prædikuni hjá presti.

Í dag var aftur útvarpsgudstænasta á skránni í Kringvarpinum, og hesaferð var hon úr Glyvra kirkju, har Meinhard Bjartalíð prædikaði.

Við støði í dagsins teksti tosaði Meinhard Bjartalíð um tey spedalsku, sum endaðu uttan fyri átrúnaðarliga og samfelagsliga felagsskapin, tí tey vóru órein. At Jesus grøddi ein spedalskan, segði prestur vera eitt greitt tekin um eina nýggja messianska tíð.

Prestur prædikaði eisini um trúgv, og hvat trúgv veruliga er. Hann vísti á, at Jesus bert tvær ferðir segði við fólk, at tey høvdu stóra trúgv – tað var við hina kananeisku kvinnuna og høvuðsmannin í Kapernaum.

- Av øllum teimum mongu, ið Jesus hitti á vegi sínum, vóru tað tveir heidningar, sum fingu at vita, at teirra trúgv var stór. Tvey, ið kristiliga sæð vóru óegnað og kunnu vit siga ókvalifiserað. Tey høvdu verið illa stødd í einum og hvørjum kirkjuligum samanhangi í dag. Alíkavæl vóru tað tey og bara tey, sum fingu at vita, stór er trúgv tín, segði Meinhard Bjartalíð í prædikuni.

Hann vísti á, at trúgv ikki snýr seg um at kenna, skilja og góðtaka ymiskar meiningar, áskoðanir ella trúðarsetningar. Tann kristna trúgvin er eitt livandi samband við Jesus Kristus.

- Tað er bara Gud, ið kann meta um trúnna hjá einum menniskja – og Gud havi lov fyri tað. Tað er bara Jesus, sum kann siga stór er trúgv tín. Eitt menniskja kann ongantíð í kristnum samanhangi meta um trúnna hjá einum øðrum menniskja. Her eiga vit at vera sera varin og lata vera við at meta um, hvør ið nú trýr, og hvør ikki trýr, og hvør, ið nú livir nær Várharra, og hvør, ið ikki livir nær Várharra, segði Meinhard Bjartalíð í prædikuni.

- Tað, sum mangan kann tykjast lítið og vesalt í mannaeygum, er stórt og dýrabært í eygum hjá Honum, ið ikki ger mannamun og ikki tekur við mutri.

Útvarpsprædikan hjá Meinhard Bjartalíð í Glyvra kirkju í dag kann hoyrast her.