Íslendingar hava nú keypt aftur frystitrolaran Prestland, sum kom hendavegin úr Íslandi fyri nøkrum árum síðani. Tá var tað felag í Vágum, sum átti hann.
Anfinnur V. Hansen, advokatur, keypti Prestland á tvingsilssølu fyri nøkrum mánaðum síðani, og hevur roynt at selt frystitrolaran líka síðani tá.
Nú hava so íslendingar verið og hugt eftir trolaranum, sum eftir at hava verið á skipasmiðju á Skála hevur ligið í Fuglafirði.
Íslendingar hava goldið 17 mió. krónur fyri Prestland, sum skal umvælast, áðrenn hann kann fara til fiskiskap. Skuldi hann til fiskiskap undir føroyskum flaggi, skuldi hann umvælast fyri uml. 10 mió. kr.










