Ólavur í Beiti
Eitt felag undir stovnan heimahoyrandi í Fuglafirði, hevur keypt trolaran Prestland, og sambært stjóranum í felagnum, Jón Nolsøe Olsen, liggur keypsprísurin um 20 mió. kr.
Ætlanin við trolaranum er nú, at hann skal fiska rækjur við Svalbard, og stjórin metir, at trolarin verður klárur at fara til fiskiskap eftir páskir. Jón Nolsøe Olsen metir ikki at so nógv skal gerast við Prestland, áðrenn farið verður á rækjuveiði við Svalbard. Prestland hevur ikki havt rækjuloyvi, men hetta kláraði reiðaríið sum átti hann so at skaffa trolaranum, áðrenn hann varð seldur til Fuglafjarðar. Talan er um eitt sokallað B-loyvi.
Spurdur hvør er við í hesum nýggja felagnum undir stovnan, sigur Jón Nolsøe Olsen, at tað verður ikki upplýst nú.
Annars hava søgur gingið um, at gomlu eigararnir skylda manningini sum hevur verið við Prestland, tá ið hann hoyrdi til gamla felagið, fleiri milliónir krónur.