Prestisjutap ikki at hýsa oyggjaleikunum

(Ljóðsamrøða) OYL 15: ÍSF-forsetin fagnar úrslitunum, men harmast prestisjutapið ikki at hýsa oyggjaleikunum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Petur Elias Petersen, sum var gjørd fyrrapartin.

 

Petur Elias fagnar føroysku ítróttarfólkunum fyri tí góðu úrslitini. Hann er nøgdu við fyriskipanina í síni heild, og hann heldur umstøðurnar at íðka vóru nøktandi, men ikki betur umstøður vit hava heima í Føroyum.

 

Petur Elias staðfestir tó, at tað er eitt stórt prestisjutap, at Føroyar ikki kunnu hýsa oyggjaleikunum. Tað kennist veruliga, at føroyingar eru úti í kuldanum í altjóða oyggjaleikasamgonguni. Brent barn ræðist eld, og ÍSF torir ikki at senda inn eina umsókn um at hýsa oyggjaleikunum aftur, uttan 100 prosent vissu fyri, at tað ber til at hýsa teimum.