Prestastarvið í Klaksvík lýst 1 ferð og komu 4 umsóknir

-

Í blaðnum í kvøld endurgevur »Sosialurin« Hans J. Joensen, biskup, fyri at siga, at prestastarvið í Klaksvík varð lýst leyst 1 ferð, tá ið H. Bøgesvang fór. Tá komu 4 umsóknir, og ein av umsøkjarunum, Hans Eiler Hammer, varð innstillaður og settur í starvið. Hann er framvegis prestur í Norðoya vestara prestagjaldi saman við undirritaða, ið hevur verið prestur her síðan 1979.

Virðingarmest

á Brekku í Klaksvík á Lavramessu 1999

Niels Pauli Danielsen