Prestasetanin í Nes prestagjaldi avgreidd

Støða er tikin til kæruna um innstillingina av Ova Brim, sum eftir ætlan skuldi gerast sóknarprestur á Nesi.

Ovi Brim verður kortini settur sum sóknarprestur í Nes prestagjaldi. Hesum boðar biskupur frá umvegis heimasíðuna hjá fólkakirkjuni. Hann tekur við kallinum 22. februar. Prestvígslan verður í Fríðrikskirkjuni.

 

Tað var í novembur mánað, at kirkjusóknirnar á Nesi og í Gøtu innstillaðu Ova Brim sum nýggjan sóknarprest, men í januar gjørdist greitt, at annar umsøkjari hevði kært innstillingina til Mentamálaráðið. Ívi varð sáddur um gegni hjá limum í kirkjuráðnum.

 

Men nú er endalig avgerð tikin, og kæran eftir øllum at døma afturvíst, tí Ovi Brim skal prestvígast og innsetast í starvið sum sóknarprestur í Nes Prestagjaldi í Fríðrikskirkjuni 22. februar.

 

Vanliga verða prestar vígdir í dómkirkjuni fyrst og síðani innsettir í eini kirkju í prestagjaldinum, men av tí, at Havnar kirkja verður umvæld, verða vígslan og innsetanin í Fríðrikskirkjuni. Klokkan 11 verður prestvígsla og klokkan 17 skipar Sonja Klein, virkandi dómpróstur, tann komandi sóknarprestin í kallið.

 

Prestagjaldið fevnir um tvær kirkjusóknir, Nes og Gøtu kirkjusókn. 

- Hetta er ikki fyrstu ferð, at prestar verða vígdir í eini kirkju uttan fyri Havnina. Seta vit søguliga markið við yvirtøkuna av fólkakirkjuni, so vórðu bæði Símun Persson Jacobsen og Hanus á Gørðum prestvígdir í Hvalbiar kirkju í august 2007. Hans Jacob Joensen, biskupur, prestvígdi teir til tænastu ávikavist í Suðuroyar norðara og Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, stendur at lesa á heimasíðuni. Theodor Eli Dam Olsen var eisini prestvígdur og innsettur sama sunnudag í Kvívíkar kirkju. 

Ovi Brim hevur lisið gudfrøði í Keypmannahavn. Hann er 28 ára gamal og er giftur við Hallgerð Brim, og tey eiga sonin Olaf.