Tann rómversk-katólska kirkjan í avstralska landspartinum Victoria hevur viðgingið, at prestar hennara hava misbrúkt meiri enn 600 børn tey seinastu 80 árini. Tað skrivar BBC.
Fyrr í ár setti tað avstralska tjóðartingið eina serliga kanningarnevnd, og tað er í samskifti við hesa nevndina, at kirkjan í Victoria hevur viðgingið, at 620 børn hava verið fyri kynsligari misnýtslu í kirkjuni. Tey flestu brotini vóru í árunum frá 1960 til 1980.
Áhugabólkar vilja vera við, at talið, sum kirkjan hevur upplýst kanningarnevndini, er alt ov lítið, og at tað rætta talið kanska togar í 10.000. Bólkarnir vísa millum annað á, at talið hjá kirkjuni umfatar ikki tey, sum eru farin til løgregluna við málinum heldur enn at avgreiða tað innan kirkjugátt.
Tá Benadikt 16. pávi var í Avstralia í 2008, bað hann tað avstralska fólkið um umbering fyri ágangin hjá kirkjuni.