Prestarnir í norðurlendsku fólkakirkjunum velja flokkar vinstrumegin miðjuna. Tað vísir ein uppgerð sum danska Kristeligt Dagblad hevur gjørt.
Nú kommunuval erður í Noregi og fólkatingsval í Danmark hevur blaðið spurt seg fyri hjá prestum í Danmar, Noregi og Svøríki.
Teir donsku prestarnir vóru ikki í iva: Teir ynskja í øllum førum eina reyða stjórn við teimum Radikalu á odda.
Í Noregi er gongdin hin sama, her prestarnir í stóran mun atkvøða fyri Arbeiderpartiet og Sosialistisk Venstreparti, næst eftir Kristiliga Fólkaflokkinum.
- Helvtin av prestunum taka Kristiliga Fólkaflokkin fram um, men yvirhøvur eru norsku prestarnir vinstrasinnaðuir, sigur Pål Ketil Botvar, ph.d. og granskari í átrúnaði og politiskari áskoðan við blaðið.
Orsøkin til hetta er, at norska kirkjan í stóran mun hevur somu áhugamál sum teir sosialistisku flokkarnir: Býtið millum fátæk og rík, vælferðarsamfelagið, umhvørið og spurningin um kríggj og frið.
- Flóttarfólkapolitikkur engasjerar eisini prestarnar við eini støðutakan sum á mangar mátar er eins og hon hjá teimum sosialistisku flokkunum, sigur hann.
Í Svøríki eru 500 prestar spurdir, og her vísir tað seg greitt, at kvinnurnar atkvøða fyri Miljøpartiet og menninir fyri Kristendemokraterne. Sagt verður, at hetta er ikki í samsvari við tað sum tað vanliga kirkjufólkið atkvøður.
På Ketil Botvar vísir á, at norskir prestar eru farnir inn í politiskar spurningar seinastu 30 árini. Hinvegin er greitt, at danskir prestar eru teir ið eru politiskt mest aktivir í Norðurlondum.









