Prestar venja: Aftur dystur millum lógkøn og hálshvít á ólavsøku

Dystur millum politikarar og prestar verður aftur í ár á ólavsøku.

Dystur millum politikarar og prestar verður aftur í ár á ólavsøku, veit Trúboðin at siga. Trúboðin skrivar:

 

Í morgun var Trúboðin við til venjingina hjá Kirkjuliðnum, sum vandi í Nesvík. Her høvdu tey sett hvør øðrum stevnu, tí at stór avbjóðing bíðar teimum hin 27. juli í Gundadali.

 

Eins og fyri ári síðani, so verður nevniliga bríkslað fyri dystinum, ið tey nevna “Dysturin millum lógkøn og hálshvít”.

 

Hetta skrivar truboðin.fo.

 

Lagið var gott tá tey møttu, summi úr høvuðsstaðnum, onnur úr eystri og vestri. Byrjað varð við morgunmati og taktikfundi. Trúboðin skilti, at dentur varð lagdur á, hvussu Kirkjuliðið best kundi steðga teimum báðum Jóhannisi og Djóna Joensen, sum báðir hava landsliðsroyndir og hvussu bólturin á bestan hátt kann lirkast framvið Christani í málinum.

 

Tiltakið í fjør var ætlað sum ein sokallaður charity-dystur, ið skuldi skaffa pening til og varpa ljós á ungdómsverkætlan hjá Bláa Krossi Føroya. Tiltakið var væleydnað og væl av fólki møtti. Og saman við ónevndum stuðlum, kundi tiltakið lata verkætlanini kr. 35.000. Hesaferð verður eisini stuðul latin, skrivar truboðin.fo millum annað.

 

Dysturin verður spældur á ovara vølli í Gundadali 27. juli kl. 19.00.

 

Øll greinin kann lesast her: Tey venda ikki hin vangan til - Trúboðin (trubodin.fo)