Prestar skulu fáa sama stuðul sum onnur

Summir prestar eru verri fyri enn onnur í samfelagnum - og teir eru ikki einsamallir

Prestar, sum hava bústaðarskyldu á einum prestagarði, eru verri fyri enn onnur í samfelagnum. Og tað eru eisini øll onnur, ið eisini hava bústaðarskyldu í tænastubústøðum.

 

Tey fáa nevniliga ikki rentustuðul til tey lán, tey hava í sínum egna bústaði.

 

Fyri at fáa rentustuðul er tað ein treyt, at ein býr í bústaðnum. Men tað gera prestar, sum hava bústaðarskyldu í prestagørðum ikki.

 

Men eiga teir egin hús, sum teir hava lán í, missa teir sostatt rentustuðulin, og tað gera eisini øll onnur, sum hava somu arbeiðstreytir. Annars rinda prestur húsaleigu fyri prestagarðin, umframt streym og olju.

 

Í hesum sambandi hevur Prestafelagið víst á, at eisini prestur er noyddur til at hugsa um at hava egun hús, har skal búgva, eftir at hann er farin úr embætinum. Og skuldi prestur doyð, verður familjan noydd at flyta úr prestagarðinum við stuttum skotbrái.

 

Prestafelagið heldur ikki, at prestur skal verða noyddur at leiga síni egnu hús út, ella vera noyddur at frásiga sær rættin til at eiga hús,

 

Og nú fer Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, at leggja uppskot fyri Løgtingið um, at prestar, og onnur, sum hava bústaðarskyldu í tænastubústaði, skulu fáa rentustuðul, hóast tey ikki búgva heima.