John Johannessen
Hvørki Karsten Nissen, biskupur í Viborg, ella Jan Lindhardt, biskupur í Roskilde, sleppa at prædika í ávikavist Christianskirkjuni ella Vesturkirkjuni annan Hvítusunnudag, eins og Føroya bispur hevði ætlað.
Hesum hava Bergur Debes Joensen, sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, og stórur meiriluti av kirkjuráðnum í Klaksvík saman við sóknarprestunum, Niels Paula Danielsen og Hans Eileri Hammer syrgt fyri.
Orsøkin til, at donsku biskuparnir ikki sleppa at prædika í Føroyum er, at teir 28. oktober 1997 skrivaðu undir eitt skriv, sum gevur loyvi til at boða frá samkyndum paralagi í kirkjuni.
Bert eitt tilboð
Donsku prestarnir hava saman við øðrum norðurlendskum prestum fingið í boðið frá Hans Jacob Joensen, bispi, at prædika í Føroyum annan Hvítusunnudag í sambandi við, at teir eru við til hátíðarguðstænastuna fyri túsund ára haldið fyri kristniboðan Føroya.
Bispur sendi í mars sóknarprestunum kring landið skriv, har hann boðaði frá, at hann hevði boðið ávísum útlendskum bispum at prædika í ávísum føroyskum kirkjum. Í brævinum gjørdi bispur vart við, at sóknarprestarnir skuldu siga honum frá sum skjótast, bar tað ikki til at lata hesar bispar prædika.
Svar er síðani komið frá báðum prestunum í Klaksvík saman við kirkjuráðnum og frá Bergi Debes Joensen, sóknarpresti í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Hesi ynskja ikki, at fáa danskar biskupar, sum taka undir við samkyndum paralagi, at prædika í kirkjum sínum.
Føroya Bispur hevur tikið mótmælini til eftirtektar, og tí verður bert vanlig guðstænasta við vanligu sóknarprestunum í hesum báðum kirkjunum annan Hvítusunnudag. Bispur ger greitt, at talan var bert um eitt tilboð til kirkjurnar, og tá prestarnir ikki ynskja at taka av tilboðnum, tekur hann hetta til eftirtektar.
Skilir ikki hugburðin
Føroya Bispur er tó ikki fegin um mótmælini. Hann vísir á, at eitt er at vera ósamdur um ávísar lutir í trúarlívinum, men at tað er nakað annað at sýta starvsfeløgum at halda eina vanliga guðstænastu við vanligari prædiku.
? Tá eg sendi út tilboðið um at lata útlendsku biskuparnar prædika í Føroyum, roknaði eg als ikki við, at nakar trupulleiki fór at standast av hesum, sigur Hans Jacob Joensen.
Bispur vísir á, at hóast donsku biskuparnir og føroysku prestarnir, ið hava sýtt teimum at prædika, eru grundleggjandi ósamdir, merkir hetta ikki, at prædikan, ið kemur frá donsku biskupunum er verri enn tann frá føroysku prestunum.
Í hesum sambandi vísir bispur á, at Paulus í brævi til filippimanna sigur, at vit ikki eiga at leggja í, hvør prædikar, men hvat prædikað verður. Tað avgerandi er sambært bispi, at Kristus verður boðaður.
Stríðir móti samvitskuni
Bergur Debes Joensen, sóknarprestur, sigur seg kenna seg noyddan at mótmæla, at Jan Lindhardt prædikar í Vesturkirkjuni. Hann sigur, at Jan Lindhardt, sum ovasti myndugleiki fyri kirkjuna, hevur sett prestarnar og kirkjuna í eina sera ótolandi støðu.
? Geri eg ikki vart við, at eg eri ímóti hugburðinum hjá Lindhardt, røki eg ikki mína skyldu móti kirkjunar harra og hansara orði.
Bergur Debes Joensen vísir á, at hann í sínum prestaembæti fyrst og fremst skal vera trúgvur móti Guði og orði hansara. Tí tekur hann ikki undir við uppskotinum hjá bispi.
Kortini ásannar Bergur Debes Joensen, at prædikan, Lindhart hevði hildið annan Hvístsunnudag, helst hevði verið í lagi. Men tað, at maðurin, sum kirkjurnar hægsti myndugleiki, hevur gjørt greitt, at hann tekur undir við samkyndum paralagi og at hesi kunnu fáa kirkjuliga signing, heldur Bergur Debes Joensen vera nóg mikið til, at hann eigur at siga frá.
Hevur biskupurin loyvt sær at skriva undir áðurnevndu yvirlýsing, heldur Bergur seg eisini hava rætt til at siga frá síni hugsan.
? Spurningurin um samkynd paraløg verður helst tikin upp aftur í føroysku kirkjuni. Tí er tað umráðandi at vera vakin og siga frá í góðari tíð, so vit ikki í Føroyum fáa líknandi signingar. Eg kann bara gera tað, sum eg kann, og tað er at at siga frá, og tað í góðari tíð, ger Bergur Debes Joensen greitt.
Tað eydanðist ikki Sosialinum at fáa viðmerkigar frá sóknarprestunum báðum í Klaksvík, Niels Paula Danielsen og Hans Eileri Hammer, til málið.