FÓLKAKIRKJAN
Føroysku prestarnir eru alt annað enn samdir um eina yvirtøku av fólkakirkjuni.
Teir flestu halda, at kirkjan skal yvirtakast, men semja er ikki um hvussu.
Tað vísir ein spurnarkanning, sum danska blaðið Kristelig Dagblad hevur gjørt millum føroysku prestarnar.
Sambært blaðnum býta prestarnir seg í tríggjar nærum líka stórar bólkar. Ein triðingur svarar treytaleyst játtandi til eina yvirtøku beinanvegin. Aðrir siga tað vera best at bíða, til tað fyrireikandi lógararbeiði er gjørt. Og tann síðsti bólkurin, sum er nakað minni enn hinir, siga bara nei takk til nakra yvirtøku av fólkakirkjuni yvirhøvur.
Niðursett ferð
Sum Sosialurin skrivaði 7. desember, so er ferðin sett niður í eini roynd at fáa kirkjuna trygt í havn. Ætlanin var, at Tove Fergo kirkjumálaráðharri skuldi koma til Føroya longu tann 16. desember at skriva undir endaligu yvirtøkuavtaluna, men ferðin var avlýst, tí politiska viðgerðin varð ógreið í ellinta tíma.
Eitt uppskot til eina avtalu um yvirtøkuna er annars gjørt, og er í løtuni til viðgerðar hjá Løgmansskrivstovuni, váttar Sigmund Isfeldt, fulltrúi. Talan er um eina stutta avtalu, sum leggur karmarnar um eina yvirtøku.
Spurningurin er, um tað er nóg mikið, tí Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum, sum er avgerandi 17. maðurin hjá samgonguni, hevur sett føtur í spenni. Hann sigur við Sosialin, at kirkjan verður ikki yvirtikin við hansara stuðli, fyrr enn øll framtíðin hjá fólkakirkjuni er greið og fyrireikað í samstarvi við allar partar í kirkjuni.
Eftirlýsa styrki
Ósemja er sostatt bæði innan kirkju- og tinggátt, og sjálvt samgongumenn, sum hava niðurfelt yvirtøkuna í samgonguskjalið, eru trekir.
Tað ger ikki støðuna lættari hjá landsstýriskvinnuni við kirkjumálum Annlis Bjarkhamar.
Nú eftirlýsa prestarnir Sonja Klein og Petur Martin Rasmussen, ið sótu í nevndini, sum fyrireikaði kirkjuyvirtøkuna, at landsstýrið vísir styrki í málinum.
Meiningin hjá kirkjuni er langt síðani hoyrd í nevndararbeiðnum. Tað er nú, at politikarnarnir skulu handla, um teir ynskja at loysa kirkjuna frá Danmark, sigur Sonja Klein, sum fær stuðul frá Peturi Martin Rasmussen. Hann sigur tað vera eina torføra avgerð, men skal kirkjan loysa, so krevur tað, at politikarar taka støðu og eru førir fyri at virka eftir tí.










