Hendan mánaðin hevur Jákup Reinert Hansen sín egna blog, har hann m.a. greiðir frá yvirtøkuni av Fólkakirkjuni. Hvønn mánað bjóðar danska prestafelagið einum presti at skriva ein sokallaðan weblog - ella stytt blog - um ymisk viðurskifti.
Hendan mánaðin hevur felagið boðið Jákupi Reinert Hansen, formanni í føroyska prestafelagnum, at skriva um m.a. støðuna hjá føroysku kirkjuni, nú hon er yvirtikin. M.a. verður lógararbeiðið umrøtt. Bloggurin er at finna á www.praesteforening.dk