Prestafelagið mótmælir, at Kringvarpið gevst at endursenda morgunlesturin í útvarpinum Prestafelagið skrivar í brævi til Kringvarpið, at felagið undrast á, um tað ikki bleiv kunnað, áðrenn leiðslan í Kringvarpinum gjørdi av at taka morgunlesturin av útvarpsskránni kl. 9.50.
Í brævinum vísir felagið á, at tað eru prestarnir, sum skriva morgunlesturin.
Felagið hjá prestunum harmast um, at Kringvarpið hevur so lítla virðing fyri morgunlestrinum, at teir ikki kunnu verða endursendir.










