Prestá verður gjørt til fríøki

Skálanevndin í Runavíkar Kommunu fer í næstum at senda út kunningarskriv til "Prestástuðlarnar" um ætlaða fríðkanina av fríøkinum við Prestá.

Í oktober 2005 var ein fundur í Skála skúla, har greitt varð frá ætlanini at gera eitt fríøki úti við Prestá. Tummas Mekal Jacobsen greiddi sera væl frá hugskotinum um fríøki og frá tí arbeiði, sum higartil er gjørt. Tilgerðin av økinum skal í fyrsta umfari fevna um:
- at drena og planta
- at gera gøtuna út á Berjarheygg
- at gera brúnna um ánna
Á fundinum vóru eisini Tróndur Leivsson frá Skógrøkt Landsins og Símun V. Arge frá Føroya Fornminnissavni. At enda fingu fólk høvi at skriva seg á ein lista sum “Prestá-stuðlar”.

Fyrst í hesum árinum var brævasamband við Skógrøkt Landsins um stuðulsmøguleikar til planting.

10. mai var Tróndur Leivsson á Prestáodda saman við fyrireikarunum. Hann segði sína hugsan um, hvat skuldi gerast við ánna og brúnna, og hvussu økið skuldi drenast. Hann hevði so eisini eitt uppskot um hvørjar plantur skuldu vera hvar. Frágreiðing sæst á heimasíðuni hjá kommununi www.runavik.fo/presta.

1. juni vitjaði Símun V. Arge saman við Hákuni Andresen. Gingið varð út eftir gøtuni, og hugt varð at teimum toftum, sum enn síggjast. Fyri at koma víðari við hugskotinum, vórðu tveir ungir danskir býarverkfrøðingar, tvey konufólk, sum vóru í arbeiði hjá Runavíkar kommunu í eitt styttri tíðarskeið, spurdir um at hyggja eftir økinum við Prestá, og so koma við einum hugskoti um, hvussu tær mettu hetta økið kundi brúkast sum frítíðarøki.

Leygardagin er ætlanin at bjóða fólki út á Prestáodda at síggja økið. Fjøran og áarbakkin verða ruddað, og spakin verður settur í til drening. Kaffi og kakur verða at fáa.

Seinni í heyst fáa vit væntandi tey fyrstu trøini, sum verða plantað.