Eingin ivi er um, at A-landsliðið hjá monnum í hondbólti kemur í ódnarveður hóskvøldið, tá russar eru mótstøðulið. Russland er tvífaldur heimsmeistari og hevur eisini vunnið EM-gull í hondbólti. Men longu mánakvøldið verður landsliðið pressað.
Eitt pressulið bjóðar landsliðnum av klokkan 19:45 á Hálsi. Spælt verður á nýggja, gula gólvinum, ið verður brúkt til altjóða dystir. Dómararnir eru eisini altjóða, teir báðir Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen. Prísurin er tó ikki altjóða, tí dysturin millum pressuliðið og A-landsliðið er ókeypis.
Á pressuliðnum eru:
Lars Black og Eli Muller, málmenn
Rani Ellingsgaard, Kyndil
Hans Kári Hansen, H71
Pól Kjartan Dam, H71
David Edvardsen, Neistin
Jón Ludvig, Neistin
Agnar Joensen, VÍF
John Martin Andreasen, VÍF
Áki Olsen, VÍF
Jóan Pauli Høgnesen, VÍF
Harafturat 2 spælarar úr landsliðshópinum
Sophus Dal-Christiansen stendur við róðrið hjá Pressuliðnum.
Dysturin verður spældur í kvøld, klokkan 19:45 í Ítróttarhøllini á Hálsi.










