Vit kenna lagið Mr. Sleazy, ið áður er givið út á »Rock í Føroyum 2«. Annars er fløgan forvitnislig, tí Present Past spælir blues-rock og er ikki bólkur, ið ofta er at hoyra á spælistøðum kring landið og tí er fløgan kærkomin, tí dugur er í.
Bólkurin sigur soleiðis í tíðindaskrivi: Havnarbólkurin »Present Past« er á marknaðinum við nýggjari fløgu, ið nevnist »You Never Know«. Tilfarið er serstakliga rock-tónleikur, ið er blandaður við eitt nú blues. Fløgan er at fáa í fløguhandlunum í Havn í dag, og verður hon at fáa kring restina av landinum mánadagin.
Hetta er fyrsta fløga, sum »Present Past« gevur út. Bólkurin varð stovnaður í 1995, og hevur verið at hoyra millum annað í Prix Føroyar kappingini í 1997. Eisini var bólkurin at hoyra á fløguni »Rock í Føroyum 2« og einstøkum konsertum í Havn. Teir, ið manna bólkin eru: Jákup Sambleben (guitar & sang), Eddie Næs Joensen (bass), Emil Hermansen (guitar) og Herluf Hermansen (trummur).
Fjúrtan løg eru á útgávuni. Tónleikur og orð eru fyri størsta partin skrivað av Jákup Sambleben og Emil Hermansen. Tekstirnir, ið allir eru á enskum máli, fylgja við fløgu-húsanum. Fløgan er upptikin »live« á tann hátt, at øll ljóðføri eru innspæld í senn. Tó eru kórini løgd á aftaná av tónleikarunum, eins og violinin hjá Kanni Sambleben á lagnum »Easy Ride« er løgd á aftaná.
»You Never Know« er upptikin í Studio 93 í Tórshavn veturin 1998/99, har hon eisini er ljóðblandað av bólkinum og upptøkumanninum Ronnie Nielsen. Endaliga ljóðblandið er tillagað í Útvarpi Føroya. Grafiska arbeiðið er gjørt av Herluf og Emil Hermansen og lagt til rættis í samstarv við »Repro Z« í Havn. Reproduktiónin av fløguni sjálvari er farin fram í Týsklandi. Plátufelagið Tutl stendur fyri útgávu og útbreiðslu. Kostnaðurin fyri fløguna er kr. 159,- og spælitíðin er tilsamans 58 minuttir og 54 sekund.