Í gjár og í dag er aulan í Finsen innrættað við básum, har yrkis- og frítíðar grafikk-listafólk, sýna fram egin verk.
Framsýnarar í ymisku básunum eru:
Tóra Hammer / Marjun J. Hentze / Herit Magnussen / Poulina Winther / Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen / Rakel Helmsdal / Andrea Arnfríðardóttir / Hervør Hanusardóttur / Rikke Bak / Edith Mørkøre / Margit Brøndum Johannesen / Tinna Andriasardóttir Jacobsen / Ása Helena Brynjarsdóttir.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, setti stóra tiltakið í Finsen seinnapartin í dag. Sambært heimasíðuni hjá kommununi segði hann millum annað soleiðis:
- Henda framsýningin er endin á PRENTVIKUNI, sum Steinprent, ListGraFo, Listasavn Føroya og Litbrigdi hava verið partur av. Hetta er ein øðrvísi framsýning, har vit vitjandi fáa høvi at hitta tykkum listafólk á tykkara básum, sum jú eisini eru sølubásar.
- Hetta ber prógv um, at listin blómar í Havnini. Og eg haldi, at eg tori at siga, at Tórshavnar kommuna eisini er listahøvuðsstaður Føroya. Og tað er ikki minst tykkum listafólkum at takka. Tit eru virkin, og nærum hvørja viku eru framsýningar í Tórshavnar kommunu. Bæði í privatum hølum, í kommunalum hølum og í almennum hølum. So tit listafólk ríka kommunu okkara.
##med2##
##med3##
##med4##