Prentsmiðju í menningarhjálp

Norðurlendska upplýsingarstovan í Alta í Noregi hevur í skjótt eitt ár arbeitt fyri, at russiska lokalblaðið Dvashdi Dva í Landnyrringsrusslandi kann fáa sína egnu prentsmiðju.

Norðurlendska upplýsingarstovan í Alta í Noregi hevur í skjótt eitt ár arbeitt fyri, at russiska lokalblaðið Dvashdi Dva í Landnyrringsrusslandi kann fáa sína egnu prentsmiðju. Útgerðin, ið verður uppsett nú í mánaðinum, er ein væl brúkt Goss Community, ið hevur trý trykkiverk. Útgerðin er fyrr nýtt á einum lokalblaði í Sunnmøre í Noregi.

Tá fíggjarkreppan í Russlandi veruliga rakti av øllum alvi í august, vóru tað fá, ið hildu, at ætlanin um at útvega prentsmiðju fór at halda. Nú er høllin, har maskinan skal standa, um at vera klár, og so skjótt styrkta gólvið er pussað, kann byrjast at seta prentsmiðjuna upp.

Tíðindablaðið Dvashdi Dva, ið hevur fingið prentsmiðjuna, verður mett sum eit av teimum bestu á allari Kolahálvoynni, og hevur blaðið eitt upplag á 8.000 bløð.

Uttanríkismálaráðið í Noregi hevur latið pening til prentsmiðjuna, meðan norðurlendska upplýsingarstovan í Norðurnoregi hevur staðið fyri ætlanini, við stuðli frá kommununi í Alta, Barentssekriatet og Nordnorsk Kulturråd.