Prentmiðstøðin steðgar prenting av Dimmalætting

Dimmalætting, sum herfyri fekk eina fíggjarliga hjálpandi hond frá ríkmanninum, Poul Hansen, liggur framvegis sera tungt í sjónum.

Blaðið, sum skuldi koma út í dag, kemur ikki út, tí Prentmiðstøðin hevur noktað at prentað blaðið.

Orsøkin er, at Dimmalætting ikki hevur goldið niður ein part av skuldini, ið avtala annars var um, at blaðið skuldi rinda Prentmiðstøðini innan 1. desember í ár.

Ikki er eydnast at fáa orð á ábyrgdarblaðstjóran á Dimmalætting, Árna Gregersen, men tað ljóðar, at blaðið verður prentað niðri og síðani flogið til Føroya í morgin.

Hesi tíðindi bar Rás2 í tíðindasendingini klokkan 15 í dag.