Premier League vil stevna YouTube

Internet-portalurin YouTube verður kanska drigin í rættin av ensku Premier League. Orsøkin ti, er at YouTube millum annað inniheldur brot úr sjónvarpsupptøkum í Premier League, og hetta er ímóti ekslusiv-sáttmálunum, sum Premier League hevur selt til ymisk sjónvarpsfeløg. YouTube hevur eisini aðrar hóttanir um sakarmál fyri brot á lógina um upphavsrætt.