Premier League vikuskiftið

Oddaliðið Manchester City spældi javnt á Anfield. Vincent Kompany legði Manchester City á odda tá ein hálvur tími var leiktur, men bara ein minutt ella tveir seinni javnaði heimaliðið. Liverpool miðvallarin, Charlie Adam, royndi seg við skoti, sum umvegis ein Manchester City verjuleikara snýtti Manchester City málverjan.
Sir Alex Ferguson var í øðini eftir 1-1 javnleikin á Old Trafford móti Newcastle. Javier Hernandez legði Manchester United á odda áðrenn Newcastle fekk brotsspark, sum ikki var brotsspark og tí var Sir Alex í øðini. Demba Ba skoraði upp á brotssparkið. Newcastle fekk eisini Jonas Gutierrez útvístan tíggju minuttir fyri tíð.
Tottenham vann 3-1 á útovølli móti WBA. Emmanuel Adebayor skoraði tvey annan dystin á rað fyri Totenham í Premier League.
Arsenal miðverjin, Thomas Vermaelen, skoraði í báðum endum, tá Arsenal og Fulham deildu stigini á Emirates leik­vøll­inum. Hann gjørdi fyrst sjálvmál og løtu seinni javnaði hann.
Chelsea vann 3-0 á heimavølli móti Wolverhampton. John Terry, Daniel Sturridge og Juan Mata skoraðu fyri heimaliðið.
Steve Bruce er undir trýsti, eftir at Sunderland tapti móti botnliðnum Wigan í evstu løtu á Stadium of Light.
Blackburn er í stórum trupulleikum og liggur nú niðast eftir at liðið tapti 3-1 móti Stoke á Britannia Stadium.
Bolton fekk ein mann út­vístan í fyrra hálvleiki og megn­aði ikki at halda Everton frá fatinum, sum vann 2-0.
Tað var legendan Grant Holt, sum enn eina ferð skoraði avger­andi málið fyri Norwich, sum vann 2-1 á QPR.
Einki mál kom í dystinum millum Swansea og Aston Villa.