Hóast hann hevur megnað at vunnið tvær uppflytingar upp á tvey, og felagið er røttu megin niðurflytingarstrikuna í Premier League, so hevur Southampton koyrt Nigel Adkins.
Hann kom til felagið, tá tað var í League One, sum er tiðj besta deildin í Onglandi. Í sama kappingarárið vann felagið sær uppflyting til Championship deildina. Eisini her megnaði Nighel Adkins at vinna uppflyting við felagnum.
Í hesum kappingarárinum hevur Southampton staðið seg so mikið væl, at felagið er trý stig frá niðurflyting, og felagið hevur bara tapt tveir av seinastu tólv dystunum í Premier League. Í vikuni fekk Southampton eisini stig á Stamford Bridge móti Chelsea.
Í einum tíðindaskrivi sigur formaðurin í felagnum, Nicola Cortese, at avgerðin er tikið við framtíðini hjá Southampton í huga. Hann viðurkennur avrikini hjá Nigel Adkins, men sigur, at felagið hevur brúk fyri ein broyting, um fealgið skal røkka langtíðar málunum.
Mauricio Pochettino er nýggjur venjari í felagnum. Hann er 40 ár og kemur úr Argentina. Hann var venjari hjá Espanyol fram til novembur í fjør.