Premier League spælari tikin fyri kokain

Ein Premier League spælari kann vænta sær langt leikbann, fyri at hava tikið rúsevnið kokain

Jake Livermore, sum spælir við Hull City í Premier League, er fyribils leikbannaður, eftir at hann er tikin fyri at hava brúkt kokain.

 

Hann bleiv fangaður í eini dopingroynd, eftir at Hull í farna mánaði vann 2-0 á Crystal Palace. Jake Livermore hevur verið millum drúgvastu spælararnar hjá Hull hetta kappingarárið.

 

Hann situr fyribils úti tveir teir seinastu dystirnar hetta kappingarárið, sum eru í móti Tottenham og Manchester United. Væntnadi fær hann eitt langt leikbann til komandi kappingarár.

 

Jake Livermore er 25 ára gamal og er uppaldur í Tottenham, áðrenn hann skifti til Hull fyri áleið 80 milliónir krónur í fjør. Jake Livermore er miðvallari og hevur eisini spælt á enska landsliðnum.