Loic Remy, franski framherjin hjá Premier League felagnum Queens Park Ranges, er saman við tveimum vinmonnum handtikin í einum neyðtøkumáli.
Teir eru undir illgruna fyri at hava neyðtikið eina 34 ára gamlu kvinnu. Hon var bjóðað heim til Loic Remy, sum hon helt var einsamallur heima. Eftir at hava fingið ein drink minnist hon ikki meir, enn at hon vaknar nakrar tímar eftir nakin.
Loic Remy og báðir vinmenninir eru nú varðhaldsfonglsaðir. QPR keypti Loic Remy frá franska Marseille fyri áleið 75 milliónir í januar og hann fær áleið 75.000 krónur um vikuna í løn. QPR sigur seg kenna til tíðindini, men vil fyribils ikki gera viðmerkingar til málið, sambært Dailymail.
26 ára gamli Loic Remy er settur í samband feløg sum Tottenham, Arsenal og Liverpool, nú QPR flytur niður. Tað er framvegis óvist, um Loic Remy verðir við, tá QPR um vikuskiftið spælir móti Liverpool.