Premier League flytur til útlandið

Um tvey ár skulu 10 dystir í enskum Premier League spælast uttan fyri Ongland. Tað eru feløgini, sum spæla í heimsins sterkastu fótbóltskapping, blivin samd um.

 

Ætlanin er, at hvørt felag í Premier League skal spæla ein dyst í kappingini uttanlands. Hesir dystir verða serliga spældir í Norðuramerika, Miðeystri og Fjareystri. Hugskotið við hesum er at økja enn meira um áhugan fyri Premier League kring heimin, og tað kemur neyvan upp á tal, at ensku feløgini flyta til Føroya at spæla.

 

Avtalan millum ensku feløgini er tó, at tey fremtu fimm feløgini ikki kunnu spæla ímóti hvørjum øðrum í útlandinum, men ein dystur millum til dømis Manchester United og Newcastle ella Liverpool og Aston Villa kann verða lagdur í New York ella Beijing.

 

Endaliga avgerðin um ætlanina fellir í juni, og broytingin skal koma í gildi í 2010.