Feløgini í Premier League hava atkvøtt fyri, at Premier League í framtíðini skal gera nýtslu av máltøknuni, Hawk-Eye.
FIFA avráddi herfyri, at máltøkni skal nýtast til HM endaspælið í Brasil í 2014. Altjóða fótbóltssamgongan peikaði á GoalControl máltøknina, sum verður framleidd í Týsklandi.
Premier League feløgini hava hinvegin víst størst álit á Hawk-Eye, sum er framleidd í Bretlandi. Risafyritøkan, Sony, keypti fyri tveimum árum síðani Hawk-Eye, sum eisini verður brúkt í cricket og tennis.
Tað fer at kosta yvir tvær milliónir krónur fyri hvønn leikvøll, at seta Hawk-Eye upp. Sáttmálin millum Premier League og Hawk-Eye er fyribils galdandi fyri komandi kappingarár.