Premier League er javnari enn áður

Fraklendingurin, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá Arsenal í ein hálvan mansaldur heldur, at munurin er veruliga minkaður.

 

- Munurin millum oddaliðini og botnliðini er blivin minni. Likamliga støðið hjá øllum liðum í Premier League er rættiliga javnt, og øll liðini vísa ein ótrúliga stóran disiplin. Tað er ikki á nógvum økjum, at liðið hjá tær kann gera tað betri enn mótstøðuliðið. Ì summum førum eru tað úrmælingarnir sum gera mun, og í øðrum førum er tað kombinasjónsspælið. Men tað er torført at vinna í dag, tí munurin millum liðini í Premier League er ikki serliga stórur, staðfestir Arsene Wenger í samrøðu við norska TV2.

 

Klokkan tvey spælir Arsenal ímóti Everton á útivølli á Goodison Park í Liverpool. - Everton er eitt av teimum sterku liðunum í miðjuni av Premier League, og tá tú sært styrkina hjá einum slíkum liði, sum liggur í miðjuni, so er tað ræðandi, staðfestir Arsene Wenger.