Preben Hansen 60 ár

26. juli verður Preben Hansen 60 ár. Preben er dani  føddur og uppvaksin í Keypmannahavn  men hevur nú búð meira enn helmingin av lívi sínum í Føroyum. Foreldur hansara vóru Svea Majken Hansen (ættað úr Svøríki) og Edwin Ove Hansen. Umframt Preben fingu foreldrini eisini Karinu, ið er 2 ár eldri.

Eftir at Preben var blivin tekniskur assistentur fór hann at lesa verkfrøði í Horsens. Har leyk hann prógv í 1970 við framúr góðum úrsliti. Eftir hetta starvaðist hann hjá Momberg & Thorsen frá 70 til 72.

Momberg & Thorsen var partur av Danish Arctic Contractors, og í hesum sambandi fór Preben í mai 1972 til Marmorilik í Grønlandi at arbeiða. Eftir at hava starvast í Grønlandi í 8 mánaðar helt hann fram í starvi hjá Momberg & Thorsen í Danmark.

Í Danmark hitti Preben havnagentuna Ernu Háberg og giftust tey í mai 1974.
Tey fluttu til Føroya í juli 1975 og starvaðist Preben at byrja við hjá Lamhauge & Waagstein.

Seinastu 24 árini hevur Preben kortini rikið egið ráðgevingarvirki og hevur hann sum ráðgevi verið við til at framt nógvar stórar verkætlanir. Ein av teimum stóru í nýggjari tíð er havnin í Ánunum, sum Klaksvíkar kommuna hevur gjørt.

Í 2000 varð Preben við til at stovna kristnu útvarpsstøðina Lindina. Preben hevur verið ein eldsál í hesum arbeiði. Hann hevur verið nevndarlimur og virkað sum leiðari øll hesi árini.

Erna og Preben eiga børnini Høgna og Maiken, umframt ommu- og abbadóttrina Rúnu.

Føðingardagin heldur Preben í móðurlandi sínum Svøríki, har systurin Karina eisini er búsitandi.