Pravda er ein duo, ið Jón Tyril hevði fingið viðmælda av fyrrverandi Clickhaze bassleikaranum Jens L. Thomsen, og eftir at hava vitjað myspace profilin hjá bólkinum, var Jón als ikki í iva: Pravda skuldi á G!Festivalin.
Tvey sjónbandaløg hjá bólkinum vóru spæld á stórskíggja í Føroyahúsinum, og her gjørdist beinanvegin greitt, hvat tað var, sum Jón var fallin fyri. Bólkin er sera góður.
Pravda er úr Paris, bólkurin er eitt av teimum heilt hottu nýggju nøvnunum á franska óhefta tónleikapallinum, og er vanliga høvuðsnavn á størri óheftum tiltøkum. Bólkurin hevur somuleiðis nógvar fjepparar í mótaídnaðinum í Paris, og hava bæði virka sum modellir og spælt til mótasýningar. Pravda hevur givið tvær vinyl plátur út, eina EP fløgu og í mars í ár kom fyrsta heila fløgan. Á Myspace síðuni og á heimasíðu teirra stendur nærum einki, men tónleikurin talar fyri seg. Hann kann t.d. upplivast á myspace.com/pr4vd4