Seinnu árini hevur annars ikki skortað upp á føgur orð og avgjørdar meiningar um, hvussu føroyski fjølmiðlaheimurin eigur at skipast, soleiðis at vit kunnu hava sterkar miðlar her á landi. At sterkir miðlar eru sjálvsagt amboð hjá einum framkomnum demokratiskum samfelag, hava teir báðir verið so rørandi samdir um.
Sterkir miðlar innibera millum annað, at tíðindi verða viðgjørd, heldur enn kritikkleyst endurgivin, so sum tað ofta hendir, tá fíggjarliga sperdu miðlarnir ikki hava orku til nakra viðgerð. Og tí vilja teir báðir forða – hava teir sagt.
Men nú lekur av álvara millum teori og praksis!
Her í Miðlahúsinum vóru vit so næsadjørv, at vit ikki framdu kritikkleysa endurgeving av fundarfrásøgnini hjá Tjóðveldisfelagnum. Heldur valdu vit at vísa á, at tá semja var um, at fullveldisstríðið skuldi hava hægstu raðfesting hjá Tjóðveldinum, so merkti hetta helst, at flokkurin má fara saman við Fólkaflokkinum, um teir ætla sær í samgongu.
Annað enn tað skrivaðu vit ikki, men tað dámdi ikki teimum, ið gjørt høvdu fundarfrásøgnina. Heldur varð hetta nýtt til enn eitt álop móti Miðlahúsinum og førda journalistikkinum.
Hetta kann bara takast sum enn eitt prógv um, at føroyskir politikkarar als ikki ynskja eina frælsa og sterka pressu.
Teir ynskja mikrofonhaldarí, har teirra boðskapur einvíst skal koma út, júst so sum teir vilja hava hann. Metodur, ið vit annars hildu vóru farnar í grøvina, tá jarntjaldið fall fyri fjórðings øld síðani.