Á bryggjuni tók Harry Jensen, avgreiðslumaður hjá Strandfaraskipum Landsins ímóti, og uppi á bakkanum stóðu tveir menn, meðan vit gingu niðan trappurnar, har trinini eru umleið 90 í tali.
Á bryggjuni gjørdu vit avtalu við Harry Jensen um at hyggja inn á gólvið hjá honum um 10.30-tíðina, tá hann hevði givið kríatúrunum.
Komnir niðan móti neystunum, vóru menninir, sum høvdu staðið har og eygleitt Sildberan, farnir.
Uppi í bygdini vóru tríggir mans, Tummas Frank Joensen, Jóannes Mikkelsen og Mikkjal í Geilagarði, í holt við at snøgga eitt fundament, sum teir júst høvdu stoypt til ein nýggjan lyktapela.
- Nakrir av gomlu lyktapelunum eru skiftir, og nakrir nýggir skulu setast upp, tí tað er heldur myrkt summastaðni í bygdini.
Sum skilst, hevur hetta arbeiði verið gongd í eina tíð í Skúvoy, og í fjør vórðu eisini fleiri nýggir lyktapelar settir upp.
Vit fregnast og spyrja, hvussu nógv fólk eru í bygdini ein slíkan mánamorgun, og her halda teir tríggir, at talið man liggja millum 12 og 14.
##med2##
##med3##
Í Skúvoy eru umleið 39 hús, so tað er øllum greitt, at her standa nógv hús tóm, og har fólk eru, eru fá fólk í hvørjum húsi – og í fleiri førum bara tað eina.
Tummas Frank Joensen vísir á, at hann minnist, tá 136 fólk búðu í Skúvoy, og at talið av skúlabørnum var millum 13 og 14 og kanska heilt uppí 18, tá børnini úr Stóru Dímun vóru við.
- Tað eru fleiri, sum hava keypt og eiga summarhús her úti og tey, sum eisini eiga jørð, eru ófør at møta upp, tá fjøllini verða gingin, serliga um heystarnar.
Um sumrarnar og um høgtíðirnar veksur fólkatalið í bygdini nakað, og tá er gjarna ljós í nøkrum fleiri húsum, enn tað er til dagligt.
- Sum tíðin gongur, eru færri ommur og abbar at vitja í Skúvoy, tí vit eldast øll, sum árini ganga, og árini ganga skjótt.
Tað sigur Tummas Frank Joensen, sum í mong ár sigldi fyri Strandfaraskip Landsins. Hann fyllir 75, tá hann fyllir aftur.
##med4##
##med5##
Yngstur av teimum trimum, sum vit hitta henda morgunin og helst yngstur í bygdini í løtuni, er Mikkjal í Geilagarði, sum er 56 ár.
Meðan vit práta, spyrja vit, hvat ein møguligur tunnil, sum kundi verið ein teymur úr einum Suðuroyartunli, hevði merkt fyri Skúvoynna, eru allir tríggir samdir:
- Ein tunnil betýðir alt, og uttan tunnil doyr Skúvoy helst út so líðandi, siga teir við ein munn.
Í Skúvoy veita Tummas Frank og konan, Elisabeth, tænastur til ferðafólk, serliga í betru tíðini av árinum, og hetta hava tey gjørt í fleiri ár.
##med6##
- Vit hava havt onkrar danskar bólkar her heima, sum hava vitjað okkum í nógv harrans ár, og vit hava havt nógv vitjandi, sum hava verið her fleiri ferðir.
Í Skúvoy hevur eisini Inga Tórarenni, sum er mamma borgarstjóran, Poul Osmund Tórarenni, veitingar til ferðafólk.
Hana hittu vit í stuttum, men hugnaligum práti umborð í Sildberanum, tá vit seinni um dagin fóru úr aftur Skúvoy.
- Mær hevur altíð dámt væl at fingist við ferðafólk, og tað er ein góð kensla at síggja nøgd viðskiftafólk, segði hon, tá vit heilsaðu henni.
Nú vit venda aftur til teir tríggjar, sum arbeiða við at reisa nakrar nýggjar pelar í bygdini, sigur Tummas Frank Joensen, at seinasta kúgvin, sum mjólkaði, helst fór úr bygdini fyri umleið 25 árum síðan.
- Gamalt var, at Skúvoyggin bar 1060 áseyðir og 60 stórdýr, neyt og ross.
Meðan vit standa og práta, verður peikað niðan á húsini á Sólheyggi, haðani Hákun Djurhuus, fyrrverandi løgmaður, er ættaður.
##med7##
##med8##
Kona hansara, Hjørdis, var eisini ættað úr Skúvoy.
Longu niðri í bygdini standa húsini Á Skipagøtu, haðani Ólavur á Skipagøtu, abbi Elias á Skipagøtu, sum er vorðin landskendur úr hondbóltinum, er ættaður.
Tummas Frank Joensen sigur, at hann minnist, tá einir 5-6 bátar róðu út í Skúvoy og løgdu fiskin upp á Sandi.
- Mær er sagt, at skúvoyingar vóru tað seinastu, sum fylgdu siðvenjuni og sungu, tá teir løgdu frá landi og fóru til útróðrar, og eg minnist hesar hátíðarligu løtur sum 14 ára gamal, leggur hann aftrat.