Tórður Arnfinnur Thomsen skal í høvuðsheitum hyggja at menningarmøguleikum hjá Vágs kommunu við atlitið til havnaøkið.
- Tað hevur alstóran týdning, at vit sum kommuna og kommuna í Suðuroy bjóða lesandi at fáa arbeiðsroyndir og møguleikar at royna teirra ástøðiligu vitan í praksis.
Tað siga tey í Vágs kommunu í dag, har víst verður á, at kommunan er lutfalsliga stór, bæði tá ræður um vídd og starvsfólkahóp.
- Tí er tað upplagt hjá lesandi at koma í starvsvenjing ella fáa eitt lestrarstarv í kommununi.
Í Vágs kommunu halda tey tað vera sunt at fáa lesandi knýtt at kommununi, tí hesi hava nýggja vitan og ofta eisini ein øðrvísi máta at síggja tingini uppá.
- Hetta kann tískil bara gagna kommununi, heldur borgarstjórin, Bjarni Johansen.
Vágs kommuna luttók á Jobmatch í desember, har kommunan leitaði eftir møguligum starvslesandi og lesandi, sum leitaðu eftir praktikplássum.
- Millum prátini á Jobmatch-básinum var eitt prát við Tórð Arnfinn Thomsen, sum endaði við, at hann fekk eitt lestrarstarv hjá Vágs kommunu.
Maðurin er 26 ára gamal og búsitandi í Sandvík. Hann hevur eina bachelor í International Business and International Relations á Keele Univeristy í Onglandi.
- Eftir summarfrítíðina fer Tórður Arnfinnur Thomsen undir eina master-útbúgving í International Business Management á University of Aberdeen í Skotlandi, siga tey í Vágs kommunu í dag.