Peugeot koma seinni í ár á marknaðin við 1007, sum verður ein spennandi bilur við nógvari nýhugsan og praktiskum loysnum.
Bilurin varð fyrstu ferð sýndur fram sum konseptbilurin "Sésame" á Paris Motor Show 2002, og áhugin var so stórur fyri bilinum, at Peugeot tók avgerð um at framleiða hann.
Eitt tað mest sermerkta við Peugeot 1007 eru tær stóru elektrisku dragihurðarnar, sum eisini eru við til at geva bilinum eina sera framkomna og smarta útstráling.
Síðuhurðarnar glíða aftur og fram á skinnarum, og eru sera væl egnaðar til parkering har tað er trongt. Onki við at ansa eftir at hurðin ikki kemur ímóti bilinum við síðuna av. Hetta ger, at tað er lætt at seta bilin frá sær í býnum.
Hurðarnar verða lætnar upp og aftur við at trýsta á knøttar á fjarstýringini, instrumentborðinum ella á hurðahandtøkunum. Av trygdarorsøkum kunnu hurðarnar ikki aktiverast, um bilurin rullar við meira ferð enn 5 km/t.
Hurðarnar eru so stórar, at tað er eingin trupulleiki at koma inn og út hjá teimum ferðandi á baksetrinum.
Kabinan er stór og rúmlig. Bilurin er 161 cm høgur, og tað sæst væl aftur í kabinuni, sum virkar stór í mun til støddina á bilinum. Kabinan er bygd upp í modulum og er merkt av at vera liðilig við nógvari nýhugsan og praktiskum loysnum. Eitt nú kann støddin á viðførisrúminum broytast frá 246 til 416 litrar.
Bilurin hevur allar trygdarskipanir og t.d. sjey airbag, alarm til trygdarbeltini og Isofix-besløg til barnastólar.
Trýggir motorar vera at velja ímillum, tveir bensin og ein diesel. Bensinmotarnir vera ávikavist 1,4 litur við 75 hk, og 1,6 litur við 110 hk. Dieselmotorurin verður ein 1,4 litur HDi commonrail turbodiesel við 70 hk.
Peugeot 1007 væntast á marknaðin í summar, men prísin vita vit einki um enn.
Myndatekstur:
1.
Peugeot 1007 er ein av mest kollveltandi nýggheitum innan smáar býbilar í mong ár
2.
Eitt tað mest sermerkta við Peugeot 1007 eru tær stóru elektrisku dragihurðarnar
3.
Hurðarnar eru so stórar, at tað er eingin trupulleiki at koma inn og út hjá teimum ferðandi á baksetrinum.
4.
Kabinan er stór og rúmlig. Bilurin er 161 cm høgur, og tað sæst væl aftur í kabinuni, sum virkar stór í mun til støddina á bilinum
Peugeot 1007 1,4 HDi
Motorurin1,4 litur 4 syl. HDi 70 hk
turbodiesel v. commonrail
Oljunýtsla22,7 km/l
Dekkstødd175/65-14
Stødd og vekt
Longd373,0 cm
Breidd166,0 cm
Hædd161,0 cm
Eginvekt1.175 kg
Viðførisrúm246-416 litrar