Prag - Tórshavn

Júst í hesum døgum eru tíggju ár liðin síðani studentarnir í táverandi Kekkoslovakia marsjeraðu gjøgnum gøturnar í Prag við kravi um demokrati. Berlinmúrin var fallin og eftir bert tíggju døgum eydnaðist kekkoslovakum á friðarligan hátt at beina fyri tí steinrunna kommunistiska einaræðinum.

Seks ár eftir Floyalskollveltingina var eg í arbeiðsørindum í Prag. Tá eg spurdi tey, sum vóru við í november 1989, hvør ið var tann størsta avbjóðingin í nýstovnaða kekkiska lýðveldinum, svaraðu tey øll sum við ein munn: Demokratiið! Ikki búskapur ella peningalig vælferð, men demokratiið.

At endurreisa fólkaræðið fór at vera ein nógv drúgvari uppgáva enn at umskipa búskapin, tóktist semja at vera um. At endurreisa álitið á eina fría og óhefta pressu hevur verið eitt satt ódnartak. Eftir 50 ár undir einaræði eru kekkar ikki vanir við eina óhefta pressu og politikararnir hava ikki hava tikið ta fjórðu statsmaktina í fullum álvara. ?Fyri tað um okkurt blað skrivar...? hevur mangan verið niðurlagið, tá ið politikarar hava staðið fyri skotum, greiddi ein vónsvikin blaðmaður mær frá. Væl dokumenteraður kritikkur hevur verið ignoreraður ella sligin uppí glens.

Gongdin í Kekkia gevur nakað at hugsa um. Hon vísir at grundleggjandi borgararættindi sum talu- og skrivifrælsi eru eingin sjálvfylgja, og at tað ber til at undirgrava trúvirðið hjá eini frælsari pressu. Uttan at leggja nakran undir miðvíst undirgravingarvirksemi, so haldi eg, at vit í Føroyum seinastu tíðina hava upplivað ein ódámliga framferð móti okkara fjølmiðlum. Ein framferð, sum fær teg at hugsa um Kekkia eftir Floyalskollveltingina.

Vit hava sæð, hvussu politikarar gremja seg um at vera skeivt endurgivnir. Ja, á sjálvum tingsins røðarapalli hevur løgmaður sagt, at hann ikki hevur stundir at svara spurningum um landsstýrismenn, sum verða skeivt endurgivnir í fjølmiðlunum. Tíbetur kundi útvarpið í viðkomandi máli skjalprógva, at rætt var endugivið. Slík generell úttalilsi, sum tey hjá løgmanni, eru við til at oyðileggja trúvirðið hjá fjølmiðlunum ? og tað átti løgmaður at hildið seg burtur frá. Einki duga føroyskir journalistar at endurgeva verri enn aðrir ? heldur tvørturímóti. Hinvegin havi eg varhugan av, at okkara politikarar gera sær mangan ikki greitt, at tað teir siga kann fáa avleiðingar. Og higartil eru teir slopnir alt ov lætt við at geva fjølmiðlunum skyldina, tá dragast skal í land. Politikararnir hava eisini hug at leggja seg beinleiðis út í arbeiðið hjá

fjølmiðlunum. Sambandsmenn skriva kæru upp og kæru niður um útvarpið, tí flokkurin skal hava fingið nøkur sekund ov lítið í onkrari sending. Ein javnaðartingmaður reið so lágt, at hann fór í bløðini at fortelja fólki, hvussu Dagur og Vika skal snikkast saman, tí hann var misnøgdur við at hansara egnu áhugamál ikki vóru nógv væl røkt í onkrari tíðindasendingin.

Eingin av hesum kritikarum tykist at geva gætur, at pressufrælsi í roynd og veru er frælsi at velja og vraka.

Demokratiið í Kekkia er nú 10 ára gamalt. Okkara er 150. Kortini kann tað tykjast sum at fjølmiðlarnir í londunum báðum dragast við nakrar av somu barnasjúkum: at politikararnir ikki rættiliga hava vant seg við, at frælsir og óheftir fjølmiðlar eru ein av skorðunum undir demokratinum. Tað tekur tíð og krevur eina hugburðsbroyting at stilla seg um frá einaveldi til fólkaræði. Í okkara føri er tað helst tað langa tíðarskeiðið við flokspolitiskum bløðum, sum setir síni spor. Fjølmiðlar fáa rætt og slætt ikki verið óheftir, tykist at vera rótfest hugsanin hjá mongum. Tann partapolitiska etikettan hongur við.

Sjálvsagt skulu vit allatíðina seta spurning við, um fjølmiðlarnir gera sína skyldu. Men politikaranir mugu ansa eftir, at teir ikki undirgava álitið á teir frælsu fjølmiðlarnar og leggja seg út í teirra arbeiði, so at demokratiið kemur í vanda. Heldur skuldu politikararnir kjúklað um fjølmiðlarnar, so at teir gerast enn betri, enn meira frælsir og óheftir av politiskum áhugamálum ? enn meira kritiskir. Saman við eini vælvirkandi politiskari skipan er frælsi fjølmiðlanna besta trygdin fyri, at vit ongantíð koma í ta støðu, sum kekkar og slovakar vóru í til november 1989.