practical magic

Practical Magic er fyrsta filmatiseringin av eini skaldsøgu hjá bestseljararithøvundanum, Alice Hoffman. Úrslitið er ein blanding av yvirnátúrligum gysara, krimi, romantikki og satiriskari kommediu. Styrkin hjá filminum er ikki minst, at hann gevur møguleika fyir, at tveir av okkara allar bestu kvinnuligu sjónleikarum hittast í altdominerandi høvuðsleiklutunum.

Systrarnar Sally (Sandra Bullock) og Gillian (Nicole Kidman) vaksa upp, eftir at foreldrini eru deyð, hjá tveimum exentriskum tantum, Jet (Dianne Wiest) og Frances (Stockard Channing) - í einum heimi, sum er alt annað ern vanligt.

Familjan Owens er eitt matriarkalsk kongsveldi av heksum, ið síðani 1600-talið hava praktiserað hvítt magi. So ikki bert eta tær sjokolátukøku til morgunmat, men seint um kvøldið verða dyrkað ymisk heksaritual, sum ganga í arv ætt eftir ætt?