Próvtalsstigin kemur stigvíst

Næsta skúlaár fer fólkaskúlin at taa nýggja sjey tala stigan í nýtslu

Randi Jacobsen

Í Danmark 13-próvtalsstigin fyri langari tíð síðan skiftur út við ein nýggjan stiga, har 12 er hægsta próvtal. Hesin stig verður nevndur sjey talastigin, tí á honum eru sjey ymisk próvtøl.
Leingin hevur verið arbeitt við at seta hendapróvtalsstiga í gildi í Føroyum, og nú er greitt, at stigin verður settur í gildi næsta skúlaár, men tað verður bara fyri fólkaskúlan og onkrar vinnuskúlar. Orsøkin til, at hægri skúlarnir mugu bíða, er, at nýggj námsætlan skal setast í gildi samstundis.
Væntandi fáa hægri skúlarnir sjey tala stigan í 2012.