Próvtøkur ávirka landsliðið – men allar eru við

- Eg haldi, at tað vísur, hvussu nógv tær leggja fyri, sigur landsliðsvenjarin

Føroyska kvinnnulandsliðið skal í dag spæla triðj seinasta landsdystin í hesi HM-undankappingini. Dysturin er móti Slovenia og verður á Tórsvølli í dag klokkan 17.

 

Les eisini: Sara á landsliðnum - hetta er ein dreymur

 

Ein avbjoðing hjá kvinnulandsliðnum til hendan dystin er, at fleiri spælarar hava avbjóðingar í samband við próvtøkur og arbeiði. Millum annað eru Nadja Dam Johannesen, Evy á Lakjuni og Sara Samson Lamhauge til próvtøkur upp til dystin, meðan Olga Kristina Hansen ikki fær møtti fyrr enn týskvøldið vegna arbeiði.

 

Les eisini: Ansy - Nú skal tað verða

 

- Tað er eitt sindur avbjóðandi, at tað er próvtøkur. Tað merkir, at spælarar eru burturfrá í hálvar og heilar dagar. Hartil kom Olga Kristina Hansen ikki heim fyrr enn týskvøldið, meðan Lív F. Arge ikki er við í Kekkia vegna prógvtøkur, sigur Pætur S. Clementsen, men leggur afturat, at hann heldur at spælararnir leggja nógv fyri.

 

- Eg haldi, at tað vísur, hvussu nógv tær leggja fyri. Olga Kristina kemur heim, fyri síðani at fara til Danmark at arbeiða fríggjadagin og leygardagin, so hon kann koma við hópinum til Kekkia, har vit spæla týskvøldið, leggur landsliðsvenjarin afturat.

 

Rás2 sigur frá landsdystinum móti Slovenia, sum verður á Tórsvølli í dag klokkan 17.

 

Bólkur E:

1.    Týskland (15 stig)

2.    ísland (13 stig)

3.    Kekkia (7 sig)

4.    Slovenia (3 stig)

5.    Føroyar (0 stig)