Pisufundurin hjá Føroya studentaskúla og hf-skeiði var í viðarlundini í kvøld klokkan sjey. Ein hátíðarligur dámur var í viðarlundini, tá ið flest allar pisurnar stóðu í føroyskum klæðum, meðan Havnar Musikskúli spæli, og onkur kjálki var vátur í fjøldini. Ólavur í Ólavstovu helt pisurøðu fyri studentaskúlanæmingunum, og Jákup Bogi Joensen helt pisurøðu fyri hf-næmingunum. Tríggir málsligir flokkar, tríggir støddfrøðiligir flokkar og tveir hf-flokkar fingu prógv í dag. Tilsamans 158 næmingar fingu prógv til próvhandanina í høllini á Hálsi á middegi.










