Prát, steypahandan, viðmerkingar og analysur aftaná steypafinaluna

Tróndur Arge og Claus Rasmussen søgdu beinleiðis frá steypafinaluni hjá kvinnum millum Neistan og VB á Rás2. Ein finala, sum Neistin vann 27-24. Jan Ottosen stóð fyri tí hagtalsfrøðiliga partinum.

 

Undir greinini ber til at hoyra seinasta minuttin av dystinum, viðmerkingar frá umboðum fyri vinnandi og tapandi liðunum, umframt analysur frá Claus Rasmussen og Jan Ottosen.

 

Rólant Waag Dam gjørdi prátini úti á vøllinum.