Prát, hugni og samvera í bátasigling

Eldsálir í Vestmanna eru nú farnar undir at fyrireika sína tíggjundu bátastevnu. Eins og undanfarin ár verður alt gjørt fyri at fáa eina so góða og hugnaliga stevnu sum gjørligt. Bátar og fólk eru í miðdeplinum, og stórur dentur verður lagdur á, at stevnugestir í síni heild kunnu fáa tað besta burtur úr í Vestmanna

BÁTASIGLING

Ein bátastevna kann ikki samanberast við vanligu summarstevnurnar, sum vit kenna kring landið. Hetta er og verður altíð ein øðrvísi stevna, og soleiðis eigur tað eisini at vera.
Sjálvt um nøkur tiltøk á bátastevnunum líkjast tiltøkum á summarstevnunum, eitt nú dansur og kanska ymiskt, sum børnunum dámar, eru tað altíð bátar og bátsfólk, sum eru í miðdeplinum á eini bátastevnu. Vit kunnu siga, at bátastevnur laða garðin rundan um tað at sigla og hugna sær saman í báti og við bryggjukantin – og um tann hugna, sum kann skapast við ymiskum tiltøkum á landi.
Í afturvendandi sendingum, sum Rás2 hevur havt í samband við hesar stevnur, hava verið samrøður við fólk á báti og við fólk, sum hava tilknýti til bátar og sigling. Sjómansvísur og ymiskir sangir, sum hava eitt hvørt við sjófólk, skip og bátar at gera - ella hava tilknýti til bygdina, har stevnan er, ljóma í slíkum sendingum.
Á bryggjuni, tá bátarnir nærkast og síðan koma í havn, plaga harmonikuleikarar eisini at seta sín serstaka dám á hesa løtu, ið hevur ein hátíðardám yvir sær.

Vestmanna á odda
Næsta vikuskiftið skipa fólk í Vestmanna fyri tíggjundu ferð fyri bátastevnu. Tað var í Vestmanna, at hin fyrsta serstaka bátastevnan varð hildin, og nøkur ár seinni fóru fólk í Nes kommunu eisini at skipa fyri síni bátastevnu á Toftum.
Stevnan í Vestmanna er tó nógv størri enn bátastevnan á Toftum, sum nú sær út til veruliga at hava fótað sær. Á stevnuni á Toftum herfyri var meiri fólk enn nakrantíð áður, og fyrireikararnir vóru ógvuliga fegnir um dyggu undirtøkuna. Veðurlíkindini upp undir stevnuna á Toftum vóru einki serlig og fríggjakvøldið, sum stevnan varð hildin leygardag, var veðrið heldur illfýsið. Líkindini leygardagin, leygarkvøldið og sunnunáttina gjørdust tó nógv betri, enn mangur hevði væntað.
At bátastevnan í Vestmanna liggur tvær vikur seinni enn stevnan á Toftum, kann hava týdning fyri veðrið, tó at ógjørligt er at spáa um, hvussu føroyska veðurlagið háttar sær. Útlitini til ein góðan stevndudag hesa ársins tíð skuldu tó – alt annað líka – verið betri tvær vikur seinni í mai enn tvær vikur fyrr.
Nú vestmenningar eru farnir at fyrireika sína tíggjundu bátastevnu, er at vóna, at veðurgudarnir eisini hava virðing fyri tí stóra arbeiði, sum eldsálir í Vestmanna gera fyri at fáa eina so góða bátastevnu sum gjørligt.

Bátar á ovastevnu
Upp gjøgnum tíðirnar hevur ikki verið óvanligt at fara á stevnu í báti, har stutt er millum bygdir og stevnuøkir, og soleiðis hava eitt nú nógv fólk í Nólsoy gjøgnum tíðirnar ferðast til Havnar í báti at hyggja eftir kappróðri á ólavsøku – og at halda ólavsøku. Men hetta hevur ikki verið í stuttleikabátum, soleiðis sum vit kenna teir í dag, tí teir eru lutfalsliga nýggir í føroyskari bátasøgu.
Tá nólsoyingar nøkur ár eftir bragdið hjá Ova Joensen í 1986 - at rógva úr Nólsoy til Keypmannahavnar - fóru at skipa fyri ovastevnu, gjørdist hetta við tíðini og í ein ávísan mun eisini ein bátastevna. Stutt er úr høvuðsstaðarøkinum til Nólsoyar, eins og tað heldur ikki er langur vegur av Skálafjørðinum. Tá so Hósvíkar Róðrarfelag eisini fór at skipa fyri regattasigling av Eiði til Hósvíkar fríggjakvøld, og fleiri av hesum bátum endaðu í Nólsoy á ovastevnu leygardag, kundi bátatalið í Nólsoy gerast rættiliga stórt, um veðurlíkindini háttaðu sær so nøkulunda.
Alt hetta hevur verið í eini tíð, har eisini føroyingar fingu hug at keypa sær stuttleikabátar og sigla og hugna sær saman í báti, á bryggjuni og til ymisk tiltøk á landi. Føroyingar fingu við øðrum orðum eyguni upp fyri hesum samverumøguleika, sum eftir hvat bátsfólk sjálvi siga er nakað heilt serligt.
Á bátaferðum kring um í Føroyum og uttanlands eru øll eins, og eingin spyr, um tú ert vanligur arbeiðsmaður, fiskimaður, vinnulívsmaður, sálarfrøðingur ella lækni. Øll eru líka væl komin í felagsskapin, vinarlagið og í góða veitslulagið, sum ofta er knýtt at slíkari sigling og samveru.

Prát og hugni
Eins og borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Karl A. Olsen, sigur í síni vælkomstgrein í blaðnum í dag, er bátastevnan í Vestmanna ikki ein vanlig summarstevna, og tað skal hon heldur ikki verða. Hann vísir so beinrakið á, at høvuðstátturin skal vera bátar, samvera og felagsskapur, har fólk skulu hava stundir at práta og hugna sær. Soleiðis skal ein bátastevna heldur ikki hvørva í ítrótti, kapping og peninganýtslu.
- Torført er at spáa um veðrið. Vit vóna sjálvsagt sól og bláan himmal, men vit mugu góðtaka, at føroyska várveðrið kann vera øðrvísi. Veðrið spillir tó ikki okkara bátastevnu. Øðrvísi umstøður skapa øðrvísi avbjóðingar. Eingin bátastevna í Vestmanna hevur verið vánalig, tí veðrið ikki háttaði sær soleiðis, sum vit ynsktu, vísir borgarstjórin, Karl A. Olsen, so beinrakið á.