Prísvøksturin seinastu árini er nú minkaður munandi. Tað eru bíligari brennievni og matvørur, sum hála brúkaraprístalið niður, sigur Hagstovan. Brúkaraprístalið lækkaði 1,2 prosent frá triðja ársfjórðingi til fjórða ársfjórðing í 2008 úr 119,0 til 117,5. Árligi prísvøksturin er nú 4,7 prosent í mun til 7,9 prosent triðja ársfjórðing.
Prísurin á brenniolju til húsarhald er lækkaður við 18,3 prosentum, og brennievni til bilar við 13,0 prosentum. Matvørurprísirnir eru lækkaðir 1,1 prosent seinasta ársfjórðingin. Serliga er prísurin á kjøti minkaður nógv. Meðan lægri brennioljuprísurin hevur verið orsøk til minkaðu býlisútreiðslurnar seinasta ársfjórðingin, so støðan øvut í mun til rentuna á íbúðarlánum. Hendan er hækkað við 5,6 prosentum. Samanlagt er prístalið minkað 4,1 prosent.








