Prísvøkstur uppvigar fall í veiðinøgd

Samanumtikið verður roknað við, at rakstrarúrslitið fyri hvørt skipið verður nakað betri í ár enn í fjør

Fiskivinna

Verksmiðjutrolararnir hava havt rímiliga góð ár, og flotin er rímiliga væl fyri við árslok 2004.
- Hóast broytingar í miðalprísi seinastu 5 árini, hevur raksturin verið stabilt góður.
Sambært greiningini hjá Rasmussen & Weihe verður mett, at vøksturin í prísi hevur uppvigað minkingina í veiðinøgd frá 2003 til 2004.
- Sambært teimum upplýsingum, vit hava fingið um gongdina í 2005 hjá verksmiðjutrolarunum, minkar veiðinøgdin nakað í 2005 í mun til sama tíðarskeið í 2004. Hinvegin er miðalprísurin hækkaður í ár, og ber hetta við sær, at samlaða veiðivirðið veksur nakað.
Grannskoðarafelagið heldur, at árið í ár soleiðis sær út til at geva umleið sama rakstrarúrslit sum árið í fjør, tó kanska nakað lakari, tá ið hædd verður tikin fyri høgu oljuprísunum.
- Leggjast skal aftrat, at færri verksmiðjutrolarar hava fiskað kvoturnar í 2005, og tí vænta vit samanumtikið, at rakstrarúrslitið fyri hvørt skipið verður nakað betri í ár enn í fjør, sigur felagið.
Skipini, sum eru við í hesum skipabólki, eru Vesturvón, Akraberg, Skálaberg, Sundaberg, Enniberg og Ljósafelli.
Miðalaldurin hjá hesum parti av flotanum er 16 ár. Nýggjasta skipið er Skálaberg, sum kom í flotan í 2003.