Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line, sigur við Rás 2, at vit kunnu vænta, at ferðaseðlaprísirnir fara at lækka framyvir. Ársroknskapurin hjá Smyril Line varð almannakunngjørdur í dag, og var tað hugaligur lesnaður fyri tey, ið varða av felagnum.
Smyril Line hevði eitt sera gott ár í fjør. 57 milliónir krónur lupu av og tey seldu fyri tilsamans 601 milliónir krónur. Eginpeningurin hjá felagnum er 250 milliónir krónur og langfreistaða skuldin er minkað við 42 milliónum krónum.
Flotin hjá Smyril Line er Norrøna, Eystnes, Hvítanes og Mykines , sum øll eru skrásett í føroysku altjóða skipaskránni og mannað við føroyingum. Tilsamans starvast nú áleið 300 fólk á Smyril Line, har av nógv tann stórsti parturin eru føroyingar.
Rás 2 hevði eina samrøðu við Rúna Vang Poulsen, stjóra á Smyril Line í tíðindunum. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Rúna V. Poulsen.
Í samrøðuni greiðir hann eisini frá, hvussu Smyril Line stendur seg í kappingini um farmasiglingina, sum felagið hevur lagt størri dent á í seinastuni.










