Árið 2005 var eitt undarligt ár hjá pelagisku skipunum, sum veiða svartkjaft og hjá Havsbrún í Fuglafirði, sum virkar mjøl og lýsi úr svartkjafti.
- Í fyrru helvt av 2005 vóru prísirnir á marknaðinum niðurgangandi, men knappliga funnu keyparar út av, at lítið og einki mjøl var á marknaðinum. Heystið kiksaði við rávøru, og tí fóru prísirnir út á heystið og veturin "sleingjandi" uppeftir.
Hartvig Joensen, deildarleiðari á Havsbrún, sigur, at í fjør summar var prísurin á svartkjafti beint omanfyri 50 oyru fyri kilo, men í dag er hann tvífalt so høgur.
Hann væntar, at tá ið útboðið veksur aftur, lækka rávøruprísirnir aftur.
- Jú, kappingin um rávøruna er hørð og teir, sum fáa mest burtur úr støðuni í løtuni, er fiskaðurin og skipini, sigur Hartvig Joensen