Prísurin á olju fellur nógv

Prísurin á olju er fallin nógv síðstu dagarnar. Eftir at lagurtølini í USA í gjár vístu seg at vera væl hægri enn mett, fall prísurin á norðsjóðaroljuni niður um 67 dollarar

Tað eru 17 mánaðir síðani, at oljuprísurin var so lágur.

Serliga eru tað tey meira dapru búskaparligu útlitini í kjalarvatninum av fíggjarkreppuni, sum er atvoldin til lækkandi oljuprísin. Hildið verður, at oljuprísurin framvegis verður lutfalsliga lágur, so leingi óvissa valdur um, hvussu alheims búskapurin verður merktur av fíggjarkreppuni.

Eitt, sum kann fá prísin upp aftur, er, um OPEC setir tiltøk í verk. OPEC fundurin, sum ætlanin varð at hava 18. novembur, er framskundaður heilar 4 vikur, orsakað av fallinum í oljuprísinum. Nú vænta nógvir greinarar, at oljuprísurin fer at liggja um 75 dollarar fyri tunnuna i 2009. Tað er ikki long tíð síðani, at flestu greinarar hildu, at oljuprísurin fór at liggja omanfyri 100 dollarar fyri tunnuna næsta ár.