Prísurin lækkaður 30 prosent

Klakkur kom beint fyri middag aftur av Flemish Cap við 220 tonsum av toski. Skiparin, Líggjas Johannesen, letur letur hampiliga væl at fiskiskapinum, men hann letur illa at prísinum, sum er lækkaður umleið 30 prosent

– Prísurin, sum vit fáa nú í mun til í februar, tá ið vit eisini komu aftur av Flemish Cap, er lækkaður umleið 30 prosent. Tað er koronusmittan, ið ger tað. Hetta ávirkar úrtøkuna hjá manningina, sigur Líggjas Johannesen.

Nýggi Klakkur kom til landið fyrst í januar í ár. Sum einasta frystilínuskip í landinum hava teir dragihol í botninum á skipinum, har línan verður drigin inn. 

– Skipið hevur roynst væl. 18 mans hava verið við henda túrin, og vit hava 220 tons av avhøvdaðum toski og 50 tons av flaki. Vit hava verið burtur ein mánað, sigur Líggjas Johannesen.

Veiðan verður landað í Klaksvík.

Ætlandi fer Klakkur til fiskiskap aftur leygardagin. Tá fara teir at royna undir Føroyum. Í løtuni hava teir hálvaaðru manning. Í august fer skipið til klassingar, men tá ið teir fara til fiskiskap aftur, vera væntandi tvær manningar við.